Projektstýring og ráðgeving

Nýbygging

  • Vit veita ráðgeving í sambandi við menning, tekning og projektering av nýggjum skipi. Vit taka okkum eisini av projektstýring undir bygging, klassagóðkenningum og viðgerð av ábyrgdarbindingum hjá skipasmiðjuni eftir avhending. 

Umbygging

  • Í sambandi við umbygging av skipum veita vit ráðgeving til menning, tekning og projektering. Vit taka okkum eisini av projektstýring undir umbygging og syrgja fyri, at klassagóðkenningar og øll krøv verða lokin. 

Umvæling og viðlíkahald

  • Vit veita ráðgeving í sambandi størri og smærri umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði, meðan skipið er í rakstri ella á skipasmiðju.

Viðlíkahaldsskipanir

  • Vit kunnu eisini útvega og saman við lyklapersónum umborð seta í verk viðlíkahaldaskipanir, sum passa til tykkara tørv. Slíkar skipanir kunnu tillagast til at umfata viðlíkahald, goymslustýring, skipsskjøl, manningarlistar, trygdarvenjingar o.a.