Um okkum

ASG hevur røtur aftur til 1972, tá Ole Rosendal Lauritsen byrjaði sum umboðsmaður fyri Bureau Veritas í Føroyum við høvuðsdenti á at klassa skip og bátar. Sp/f Rosendal varð stovnað 1986, og í 1989 bleiv Andras Gregersen partur av felagnum. Fyrstu árini umboðaði fyritøkan Bureau Veritas og seinni eisini Lloyd’s Register of Shipping, umframt at fáast við annað ráðgevingarvirksemi. Seinni hevur fyritøkan so líðandi flutt seg frá í høvuðsheitum at umboða klassingarfeløg til at veita ráðgevingar til maritimu fiski- og flutningsvinnuna.

Í 2008 yvirtekur Andras Gregersen allan partapeningin í familjufyritøkuni og í 2018 skiftir fyritøkan navn til Sp/f ASG. Í fyrstuni rekur Andras fyritøkuna við síðuna av fulltíðarstarvi sum navigatørur í A.P. Møller - Maersk og fæst mest við at gera tjúkdarmátingar av skipum og bátum. Í hesum sambandi verður felagið í 2010 sertifiserað sum góðkendur Service Supplier hjá BV og DNV.

Ein týðandi broyting fyri virksemið í felagnum var í 2011, tá Andras Gregersen fór at arbeiða fulla tíð. Eftir hetta er tænastuveitingin so líðandi breiðka, og fleiri fríyrkisfólk við ymiskum førleikum eru løgd afturat, soleiðis at felagið í dag veitir hesar høvuðstænastur til skip og bátar: Sýn og kanning av skipum, projektstýring, ráðgeving, dagføring av skipsskjølum og at gera arbeiðs- og leiðslustýringar til skip. Aðaltátturin í virkseminum er at bøta um og hækka trygdina á sjónum.