Dagføra og broyta skipsskjøl
Skipsskjøl
- Í sambandi við broytingar fáa vit útskriva skipsskjøl frá Sjóvinnustýrinum og/ella klassanum. Hesi eru m.a. siglingarloyvir, mátibrøv, manningarskjøl og klassaskjøl.
Skrásetingarbøkur
- Fyri at lætta um umsitingarliga arbeiðið umborð og samstundis betra um trygdina, gera vit skrásetingarbøkur fyri bjargingarútgerð, brandútgerð og trygd- og arbeiðsumhvørvi. Bøkurnar verða m.a. brúktar til skráseting av kunning um trygd til hvønn einstakan av manningini, trygdarvenjingum, uppteljing og viðlíkahaldi av trygdarútgerð og tilbúgvingarætlan í sambandi við óhapp.
Mynstringarrullur
- Vit gera trygdarrullur við mynstringarstaði, ábyrgdum og uppgávum fyri báta-, brand og MOB- mynstring sambært manningarskjalinum fyri skipið.
SOPEP-ætlan
- Vit gera tilbúgvingarætlanir fyri oljuútlát frá skipum, sokallaðar Shipboard Oil Pollution Emergency Plan (SOPEP-ætlanir), ið innihalda upplýsingar um skipið og hvussu og hvørjum skal boðast frá, um óhapp er hent, har olja er farin á sjógv frá skipinum.
SEEMP-ætlan
- Vit gera sokallaðar Ship Energy Efficiency Management Plan (SEEMP-ætlanir), ið innihalda upplýsingar um skipið, motorar og hvussu orkunýtslan kann albøtast og harvið útlátið frá skipinum avmarkast mest møguligt.
Myndugleika- og klassaskjøl
- Vit dagføra og broyta skipsskjøl, so skipið støðugt lýkur tørvin hjá reiðarínum og krøvini frá myndugleikum og klassa.