Sýn

Støðulýsing

  • Ein støðulýsing er ein nágreinilig gjøgnumgongd av hvørjum standi eitt skip er í. Hugt verður at sertifikatum, skjølum, tekningum,  skrokki, maskinaríi, el-skipan, trygdarútgerð, serligari deksútgerð, verksmiðju o.ø.

Innflaggingarsýn

  • Eitt innflaggingarsýn er ein nágreinilig gjøgnumgongd av øllum galdandi góðkenningum og sertifikatum, sum skipið hevur – umframt teimum krøvum, sum skulu lúkast undir nýggja flagginum.

Klassasýn

  • Eitt klassasýn er ein nágreinilig gjøgnumgongd av øllum viðurskiftum, sum klassin krevur skulu verða í lagi, fyri at skipið kann varveita klassagóðkenningina, uttan viðmerkingar. Vit koma umborð at kanna, um tørvur er á umvælingum, viðlíkahaldsarbeiði og endurnýgging av góðkenning av trygdarútgerð, so alt er komið uppá pláss, áðrenn nýggj klassapappír skulu útskrivast.

Farmasýn

  • Farmasýn umfatar sýn av farmi vegna flutningsfelag, avskipara, móttakara,  tryggingarfelag ella onnur viðkomandi, áðrenn fráferð ella undir lasting og lossing, fyri at tryggja, at alt fer rætt fram og ongir skaðar eru komnir ella koma á farmin. Farmasýn kann eisini umfata sýn av farmi, sum hevur fingið skaða undir flutningi og sýn av skaða á skip og útgerð í hesum sambandi.

Skaðasýn

  • Skaðasýn umfatar frágreiðing um skaða á skip, maskinarí, tekniskar innleggingar, last og umstøðum kring skipið eftir eitt óhapp, og meting av arbeiði og kostnaði at bøta um skaðan.